Tað hevur verið frammi, at havstreymarnir í Atlantshavinum, eisini Golfstreymurin sum ger, at tað er liviligt í Føroyum, alsamt vikna. Men tað kann vera skjótt at venda gongdini, vísir nýggj vitan sambært DMI, Danmarks Meteorologiske Institut.
Amoc, sum Golfstreymurin er ein partur av, er veikari nú enn hann hevur verið í 1600 ár, og tosað hevur verið um eitt komandi kollaps, sum hevði gjørt, at tað blívur munandi kaldari á norðaru hálvkúlu.
- Amoc viknar, men okkara kanningar vísa, at um globala upphitingin steðgar, so gongur stutt tíð, til havstreymarnir aftur er sum teir vóru, sigur Chuncheng Guo, sum hevur skrivað frágreiðingina við Politiken.
Hann sigur, at myndin ikki er so svørt og hvít sum higartil hildið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



