

Tummas Henriksen hevur keypt nýggjan frystitrolara sum er bygdur á Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen í 2021, skrivar Karstensens á síni heimasíðu.
Kringvarpið skrivar at partafelagið Brestir í Sørvági hevur keypt frystitrolaran Myggenes úr Danmark fyri 115 mió. kr.
Skipið var skrásett í Føroyum í gjár, og eitur nú Vesturleiki.
Tað er bygt á Kartensens Skibsværft í Skagen og er nýtt, sløk fýra ár.
Tað hevur ongantíð verið til fiskiskap, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo