Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Onnur tíðindi

Veðurstovan: Havtoymið á Veðurstovu Føroya (Knud Simonsen, Jari í Hjøllum og Bárður A. Niclasen) hevur síðani á sumri 2024 arbeitt við at menna ein havmyndil fyri føroyska sjóøkið. Nú er komið so langt, at fyrsta ”beta” útgávan er løgd á heimasíðuna.

Við í myndlinum eru:

  • Eitt sjóøkið, ið fevnir um allan landgrunnin og næstu bankarnar vestanfyri.

  • Stutt millum roknipunktini niður í 50 m inni við land, men longri millum roknipunktini úti á djúpum havi.

  • Astronomiska sjóvarfallið við 8 konstituentum.

  • Avrenning við áunum, sum tó er savnað í 279 høvuðsáir og fyribils við miðalavfalli.

Í hesari fyrstu sleppingini eru kort, sum vísa vatnstøðuna og rákið fyri hvønn hálva tíma frá degnum undan og 5 dagar fram. Hetta eru úrslit frá koyringum við myndlinum, sum sjálvvirkandi verður settur í gongd at rokna hvørt samdøgur við seinastu tøku tølunum fyri drívkreftunum. Fyribils er bert ávirkanin av sjóvarfallinum og áunum við í myndlinum. Arbeitt verður við at knýta havmyndilin saman við veðurforsagnirnar, soleiðis at ávirkanin av veðrinum á rák og vatnstøðu eisini er við.

Myndilin sæst á www.vedur.fo/fo/havkort .

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #