

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Stig verða nú tikin at leggja ein nýggjan samskiftiskaðal úr Danmark til Grønlands. Nýggja kaðalætlanin er partur av seinastu verjusemjuni, sum í dag er gjørd millum flokkarnar á Fólkatingi og grønlendska landsstýrið.
Í tí sambandi fer Uttanríkis- og vinnumálaráðið undir samskifti við danska verjumálaráðið til tess at kanna møguleikarnar fyri at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið.
Harumframt skal umrøðast, hvussu tað á mest skynsama hátt kann leggjast upp fyri føroyskum áhugamálum annars í mun til ætlanina.
Hetta vórðu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri Danmarkar, samd um á talgildum fundi í gjár.
Farið verður eftir ætlan undir at umrøða viðurskifti viðvíkjandi kaðalætlanini nærri, tá ið Troels Lund Poulsen kemur á vitjan í Føroyum seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo