Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Innsent: Í dag hevur tónleikabólkurin Ekkaleys givið út nýggjan sang, sum er komin út á allar stroymipallarnar. Heitið á sanginum er Hægstur tú, og er tað kenda sangarinnan, Tina Mellem, sum leggur rødd til sangin. Orðini hevur Terje B. Vestergaard skrivað, og lagið hava Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard gjørt. Hetta er næsta tónleikaútgávan hjá Ekkaleys, fyrra útgávan varð givin út í fjør undir heitinum 'Navnið títt'.

Ekkaleys er føroyskur tónleikabólkur, sum er sprottin úr árliga tiltakinum, Ekkó. Limirnir í Ekkaleys eru ymsastaðni frá í Føroyum, og koma úr ymiskum samkomum runt um í landinum.

Orð: Terje B. Vestergaard

Lag: Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard

Miksing og framleiðsla: Benjamin Hansen

Mastring: Josh Cana

Rødd: Tina Mellem

Ljóðføri: Jasmin Jovanovic, Hans T. Vestergaard, Josh Cana, David Finnsson, Benjamin Hansen

Perma: Benjamin Hansen

Hoyr sangin her: https://open.spotify.com/track/2Zpwvct2PS8atfdQ2xLiLp?si=49ebb544d7f34dba

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #