- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skrivar á X, at søgulig avtala er gjørd um at Nýkaledónia verður nýtt sjálvstøðugt ríki, men innan karmarnar av franska ríkinum, har nýkaledóniska støðan søguliga hevur verið lýst.

Higartil hevur Nýkaledónia verið franskt umsitingarligt øki, sum skrivað verður í føroyska atlasinum. Eftir samráðingar í tíggju dagar í Bougival í Fraklandi er avtala nú gjørd millum fólkavald umboð fyri Nýkaledónia og fronsku stjørnina.

Nýkaledónia er 16000 km burturi, í Kyrrahavinum, sunnan fyri Sálomonsoyggjar og Vanuatu og eystanfyri Avstralia. Har búgva 271.000 fólk sambært fólkateljingina í 2019.

- Undirtøkan fyri einum sjálvstøðugum Nýkaledónia er størst millum upprunafólkið, meðan fólk við evropiskum uppruna ynskir framhaldandi samband við Fraklandi, segði Daniel Goa, tá hann var í Føroyum á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum Magni Arge skipaði fyri í 2018. Daniel Goa umboðaði fremsta loysingarflokkin, Front de Libération Nationale Kanak et Socialiste (FLNKS). Við tulki, sum var Hanna Jensen, greiddi hann frá um leiklutin hjá Fraklandi og ST í hesi tilgongdini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo