Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old
Vinna

SSL: Sum nakað nýtt hevur Strandferðslan givið út eitt ferðafólkakort, ið er serliga ætlað ferðafólkum. Endamálið er at geva íblástur til, hvussu almenna ferðslan kann nýtast til at vitja ymisk ferðamál kring landið á ein lættan og umhvørvisvinarligan hátt.

Umframt at virka sum eitt vanligt rutukort, inniheldur faldarin eisini ítøkilig uppskot til dagstúrar kring Føroyar. Allir túrarnir taka útgangsstøði í Farstøðini í Tórshavn, sum er høvuðsknútapunktið hjá Strandferðsluni, og fevna teir um ferðamál í øllum landinum.

Við ferðafólkakortinum ynskir Strandferðslan bæði at eggja fleiri fólkum at nýta almennu ferðsluna og samstundis at minka um trýstið frá vaksandi bilaferðslu á smærri ferðamálunum kring landið. Kortið kann eisini geva virðismikla vitan um áhugan fyri ymsum leiðum og ferðamálum, í samband við komandi útboðið av bygdaleiðum.

Ferðafólk eru ein týðandi partur av okkara kundagrundarlagi stóran part av árinum, og við hesum tiltaki ynskir Strandferðslan at styrkja um sín leiklut sum ein sjónligur og virkin samstarvsfelagi í føroysku ferðavinnuni.

Ferðafólkakortið fæst á Farstøðini í Tórshavn og á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Gevið gætur
Tíverri er ein prentvilla í fyrstu útgávu av ferðafólkakortinum. Túrurin til Gjáar er einans møguligur gerandisdagar og ikki leygardagar, sum annars er upplýst í kortinum. Vinarliga haldið okkum til góðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #