Brim eru aftur klárir við nýggjum tónum.
Hey tú kallast nýggja popp/rokk-lagið, sum snýr seg um nógv av tí, sum kærleikin hevur at bjóða; bæði dreymar, semjur og ósemjur, sum verða bornar fram við sms-boðum.
Vestmenningarnir byrjaðu at arbeiða upp á 5 løg í februar, og Hey tú er fyrsta lagið, sum er liðugt. Hini løgini koma leypandi út, og skjótt fer Brim aftur í upptøkuhølið at taka 4 løg upp.
Bólkurin hevur givið fleiri løg út, sum eru á stroymingartænastunum. Hey tú kann hoyrast á youtube og kemur á stroymingartænasturnar 28. july. Manningin í bólkinum er: Vagnur Streymoy - gittar og sang, Jónsvein á Rógvu - gittar og sang, Sergio Martínez Munoz - gittar og sang, Jóan Pauli Magnussen - bass, Dávur Magnussen - trummur og sang.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



