Innsent: Í dag 8/7 gevur TUTL út staklagið hjá rockbólkinum Ratchid, kallað "Mítt stríð".
Lagið er um at finna gleðina av at spæla tónleik.Tó kann tilveran, við øllum teimum krøvum sum nútíðarsamfelagi krevur av tær, følast sum eitt stríð, ið bara blívur við.
Við í bólkinum eru Eyðun Hjalt, Dan Jensen, Finn Larsen og Ragnar Østerø.
Lagið kemur út á Spotify, Itunes og aðrar vanligar stroymitænastur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



