Norska tøknifyritøkan Kongsberg Maritime hevur ætlanir um eitt ómannað skip, Arctic Hunter, sum skal brúkast til at leita eftir kavbátum í norðaru havøkjunum.
Skipið verður útgjørt við sonarútgerð frá bretska Thales og skal kunna stýrast uttan manning umborð.
Tøknin er ætlað sum partur av einari nýggjari skipan hjá bretska herflotanum, har mannað og ómannað skip samstarva.
Kongsberg arbeiðir saman við bretskum skipasmiðum um ætlanina, og fyrstu skipini kunnu verða klár móti endanum av hesum áratígginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



