Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú mást sjálvur vera tann broytingin sum tú vilt síggja í heiminum
- Mahatma Gandhi
Tónleikur

Innsent: Tøgn eru aftur við einum nýggjum, orkufullum staklagi til síðsummarið. Bólkurin er mannaður av Bárði Petersen, Beini Troest, Filipi Zachariassen og Jónasi Gaard. 

Sangurin kallast “Eingi orð“ og snýr seg um tey menniskjaligu sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær sjálvari. Hóast lívið kann gera, at man ikki fær stundir at síggjast so ofta, veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur.

Sangurin er framleiddur í Ekho Ekho og á Oyrasundskollegiinum (B613) í Keypmannahavn.

“Eingi orð” er tøkur á øllum stroymingartænastum.

Orð og lag:

Tøgn – Bárður Petersen, Beinir Troest, Filip Zachariassen og Jónas Gaard

Framleiðsla: Tøgn

Ljóðbland og frumband: Óli Poulsen

Kór: Árni Andreassen, Beinta Marnarsdóttir Andreassen, Bogi Joensson Petersen, Durita Árnadóttir Andreassen, Elisabet Maria Pálsdóttir, Høgni Fríðuson Gaard, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Tórur Garðshon Rasmussen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #