Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verða 4 mió. kr. settar av til at projektera nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum skal avloysa 50 ára gamla Tjaldrið.

Endamálið er at tryggja Føroyum eina tíðarhóskandi tilbúgving og fiskiveiðieftirlit, sum kann røkja tær uppgávur og skyldur, sum Føroyar hava á sjónum, eisini í altjóða høpi. Harumframt er nýtt skip ein fortreyt fyri at styrkja føroysku olju- og umhvørvistilbúgvingina og stytta um responstíðina til bjargingar.

Føroyska sjóøkið røkkur 400 fjórðingar úr enda í annan, og dagliga eru í miðal omanfyri 100 skip í føroyskum sjógvi. Skipaferðslan er vaksin, og krøvini til bjarging, eftirlit og tilbúgving eru størri enn nakrantíð áður.

Broytta trygdar- og verjupolitiska støðan í Norðuratlantshavi hevur við sær, at okkara øki fær vaksandi ans í strategiskum høpi. Eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip fer at geva Føroyum betri møguleikar at luttaka í felags venjingum, verja sjókaðalar o.a. undirstøðukervi á botni og røkja logistiskar uppgávur í samstarvi við grannalond og sameind.

Arbeitt verður víðari komandi árini, soleiðis at nýtt skip vónandi verður klárt í 2030. Samlaði byggikostnaðurin fyri eitt skip í hesum klassanum er mettur til umleið 300 til 400 mió. kr.

Mynd: Skipalistin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #