Okkurt bendir á, at hóttanirnar hjá Iran móti tangaskipum í Hormuzsundinum ikki longur virkar sum vápn í krígnum við USA.
Oljan úr Persaflógvanum er aftur farin at røkka heimsmarknaðinum í stórum nøgdum. Men flutningurin er bæði vandamikil og nógv dýrari enn undan krígnum.
Sambært JP Morgan er samlaði ráoljuútflutningurin úr økinum komin upp á 98 prosent av nøgdini undan krígnum. Hetta fevnir bæði um Hormuz sundið og aðrar útflutningsleiðir. Gjøgnum sjálvt sundið fóru sambært Kpler umleið 13,1 milliónir tunnur um dagin í síðstu viku, samanborið við 17,1 milliónir undan krígnum.
Ein partur av loysnini er ein heldur tvørligur flutningsháttur. Gomul tangaskip, mannað við vælbetaltum, djørvum, manningum, føra oljuna gjøgnum sundið og pumpa hana síðani umborð á nýggjari skip í Omanflógvanum. Hesi sigla víðari til keypararnar, meðan fyrstu skipini kunnu fara aftur eftir nýggjari last.
USA veitir hernaðarliga verju á eini leið fram við strondini í Oman. Men álopini halda fram, og verjan hevur ikki gjørt siglingina heilt vandaleysa.
Vandin sæst aftur í rokningini. Sambært AP komu leiguprísirnir fyri tangaskip gjøgnum Hormuz upp á eina millión dollarar um dagin fyrr í september. Tað svaraði til umleið 26 dollarar fyri hvørja tunnu – nærum fjórðingin av oljuprísinum, har flutningurin vanliga kostar 1–3 prosent.
Samstundis er Iran sjálvt hart rakt av amerikanskari havnarblokadu og revsitiltøkum. Sambært Goldman Sachs vísa tølini ongan iranskan útflutning sjóvegis av olju í september.
Vanligar matvørur eru meira enn tvífaldaðar í prísi eftir einum ári. Sambært Trading Economics var árliga príshækkingin á matvørum 130,5 prosent í juni. Samlaða inflatiónin var 87,9 prosent í juli.
Gongdin bendir á, at møguleikin hjá Iran at brúka Hormuzsundið sum vápn í krígnum við USA, ikki virkar eftir ætlan. Men landið kann framvegis órógva siglingina og gera hana dýrari.
Fyri Donald Trump eru høgu brennievnisprísirnir eisini ein politisk avbjóðing undan amerikanska miðvalinum. Tað kann økja áhugan fyri eini avtalu, men hóast semingsroyndir eru stórar ósemjur framvegis millum partarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



