Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Tað ber ikki til at krevja byggiloyvi við teirri grundgeving, at onnur í kommununi hava fingið loyvi til líknandi bygging, sum stríðir ímóti byggisamtyktini.

Tað staðfestir Føroya Kærustovnur í einum máli um byggiloyvi til eitt útigólv - eina terassu. Kommunan hevði givið loyvið við treyt um, at ein hornaskurður á 2,5 metrar varð gjørdur fyri at tryggja útsýnið og ferðslutrygdina.

Útigólvið og girðingin skuldu vera upp í 2,65 metrar høg, hóast mesta loyvda hæddin í hornaskurðinum er ein metur yvir vegmiðjuna.

Eigarin vísti á fleiri aðrar garðar og terassur í kommununi, sum vóru hægri enn loyvt. Kommunan ásannaði eisini, at nógvar innkoyringar hava garðar, sum ikki eru í samsvari við byggisamtyktina.

Kærustovnurin staðfestir kortini, at møgulig skeiv byggiloyvi frá kommununi ikki skapa fordømi ella geva øðrum rætt til somu viðgerð. Líkareglan kann ikki brúkast til at fáa eitt ólógligt byggiloyvi.

Kommunan hevði heldur ikki sjálv partshoyrt grannarnar, sum hon átti. Grannarnir fingu tó seinni innlit og høvi at gera viðmerkingar. Tí varð avgerðin ikki ógildað.

Føroya Kærustovnur hevur sostatt staðfest treytaða byggiloyvið hjá kommununi.

les alla avgerðina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #