Talan er um eina lodna ormveru sum heldur til í eikitrøum og sum fyri stuttari tíð síðani var mestsum ókend men sum seinastu vikurnar er komin langt fram í tilvitskuna hjá nógvum. Tí um tú kemur í samband við hana, so er rættuliga vist at tað fer at skríða um allan kroppin, tú fært útbrot og um heilt illa vil til kanst tú fáa andaneyð.
Tí hevur ormveran, sum á latíni eitur Thaumetopoea processionea fingið eyknevnið ormveran úr helheimi.
Hóast hon ikki verður søgd spreiða seg nógv út, so er hon nú at finna í nógvum londum í Europa. Úr Luksemburg frættist, at har burturbeindu skaðadjóratýnarar 25 reiður í fjør, men bara higartil í ár hava tey funnið 180 reiður. Har fara tey nú at sleppa einum serligum fugli, sum etur hesar ormverurnar, leysum.
Og úr Danmark frættist um stórar trupulleikar. Serliga á leiðini nærhendis Odense, har fleiri barnagarðar og aðrir stovnar eru stongdir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



