Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Birgir Kruse skrivar: Ozzy Osbourne er deyður.

Hann gjørdist 76 ára gamal.

Tað upplýsur familjan, skrivar SkyNews.

Ozzy Osbourne var fyrst kendur sum forsangari í Black Sabbath, sum tvey ár eftir stovnanina varð á toppinum við Paranoid í 1970. 

Black Sabbath var ein av fyrstu stílskapandi heavy metal nøvnum, sum ikki bara Ozzy, ella Prince of Darkness, sum hann varð kallaður, men eisini 77 ára gamli gittarleikarin, Tony Iommi, myndaði. 

Tríggjar tær fyrstu LP pláturnar eru millum klassikararnar, ið grundaðu sjangruna heavy metal.

Sum solistur varð Ozzy serliga kendur við sanginum Mama, I’m coming home, ið hann skrivaði saman við Lemmy Kilmister í 1991. Sangurin bleiv ein av best umtóktu powerballadum í nýggjari tíð. 

Árini 2002-2005 var Ozzy høvuðspersónur í amerikansku realityrøðini The Osbournes á MTV, har alt heimalívið varð lagt á blik. MTV sigur, at fyrstu partarnir vóru teir mest sæddu í søguni hjá sjónvarpsstøðini.

MTV, sum tá var nýskapandi, men í dag er at kalla uttan týdning, lyfti fram nýggju og ofta surrealistisku stuttfilmssjangruna rockvideo.

Eftir meira enn hálva øld á baki, hevði Black Sabbath fyri tveimum vikum síðan fráfaringarkonsert fyri 40.000 lurtarum í bretska býnum Birmingham. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo