- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: CPR-umsitingin í Danmark hevur staðfest eitt trygdarbrot. Óviðkomandi hava fingið óheimilaða atgongd til millum annað nøvn, bústaðir og CPR-nummur hjá umleið 8,8 milliónum skrásettum persónum. Umframt livandi persónar er eisini talan um persónar, sum eru fluttir av landinum, og deyð.

Kanningarnar higartil vísa, at óviðkomandi ikki hava fingið atgongd til nøvn og bústaðir hjá teimum, sum hava navna- og bústaðar verju.

Saman við serfrøðingum og viðkomandi myndugleikum verður nú kannað, hvat er hent, og hvussu umfatandi trygdarbrotið er. Málið er fráboðað danska Dátueftirlitinum, og løgreglan kannar málið í samstarvi við viðkomandi myndugleikar.

Samstarv millum CPR og Landsfólkayvirlitið
Í sambandi við flytingar millum Norðurlond verður p-talið hjá viðkomandi persóni, sum flytur úr Føroyum til Danmarkar, latið CPR-umsitingini. CPR-umsitingin strikar p-talið og goymir sostatt ikki p-talið, eftir at flytingin er góðkend og skrásett í CPR.

Sostatt er einki, sum bendir á, at p-tøl eru ein partur av upplýsingunum, sum óviðkomandi hava fingið atgongd til.

Ver varin við persónligum upplýsingum
Í sambandi við trygdarbrotið verður mint á, at tú ongantíð eigur at lata loyniorð ella aðrar trúnaðarupplýsingar frá tær, um onkur setur seg í samband við teg umvegis telefon, teldupost ella á annan hátt.

Hetta er eisini galdandi, hóast tann, sum setur seg í samband við teg, tykist kenna navn títt, bústað tín ella aðrar viðkomandi upplýsingar.

Alt tíðindaskrivið frá Forsknings-, Udannelses- og Digitaliseringsministeriet sæst her: Omfattende uautoriseret adgang til borgeres CPR-oplysninger — Forsknings-, Uddannelses- og Digitaliseringsministeriet

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #