Myndugleikarnir í Novosibirsk heita á fólk um at arbeiða heimanífrá og koyra minni vegna vaksandi bensintrotið í Russlandi. Líknandi áheitanir eru komnar í landslutunum Tomsk og Irkutsk.
Síðani juni hava meira enn 90 prosent av russisku landslutunum havt trupulleikar við brennievnisveitingini. Summastaðni er bensin skamtað, og bannað er at fylla á dunkar.
Hóast Russland er ein av heimsins størstu oljuframleiðarum, hava ukrainsk dronuálop skert russiska førleikan at reinsa olju. Fyrr í vikuni varð eitt oljureinsiverk í Omsk rakt.
Vladimir Putin forseti viðgongur, at bensintrot er, men sigur støðuna ikki vera álvarsliga. Samstundis halda russisku álopini á Ukraina fram. Seks fólk eru dripin, og fleiri særd í nýggjum rakett- og dronuálopum, sambært ukrainskum myndugleikum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



