Eiffeltornið í París steingir óvanliga tíðliga leygardagin og sunnudagin vegna ógvusliga hitan í Fraklandi. Í staðin fyri at hava opið til eftir midnátt, verður tornið stongt klokkan 16, og seinasta atgongd er longu stutt eftir middag.
Frakland er rakt av triðju hitabylgjuni í ár. Í fleiri økjum eru hitastigini farin upp móti 40 stigum, og myndugleikarnir hava ávarað um øktan vanda fyri skógareldi.
Hitin ávirkar eisini skúlar, ferðslu og tiltøk. Fyrr í summar vórðu hundraðtals franskir skúlar stongdir, og summastaðni vórðu uttandura ítróttur, konsertir og almenn rúsdrekkasøla avmarkað. Louvre-savnið hevur eisini stytt upplatingartíðirnar vegna hitan.
Í Bretlandi hava næmingar og lærarar greitt frá hitastigum oman fyri 40 stig inni í skúlastovum. Børn eru svímað, fingið vaml og tekin um hitaslag, meðan skúlar uttan luftkøling hava roynt at hjálpt við viftum, vatni og styttum skúladøgum.
Í Spania hevur hitin økt vandan fyri skógareldum. Í landslutinum Andalusia hava stórir eldar kravt mannalív, oyðilagt stór øki og noytt fleiri enn 1.000 fólk at rýma úr heimum sínum.
Jarnbreytir hava eisini havt trupulleikar, tí skinnarar kunnu bogna í hitanum, og fleiri tok hava tí koyrt seinni ella eru avlýst. Aðrastaðni eru ferðamál, almenn tiltøk og uttandura arbeiði avmarkað fyri at verja ferðafólk og starvsfólk.
Hitabylgjurnar vísa, at stórir partar av Evropa ikki eru bygdir til so høg hitastig. Gamlar bygningar, skúlar, sjúkrahús og almenn ferðsla hava ofta lítið ella einki kølikervi, samstundis sum serfrøðingar vænta, at langvarandi og ógvusligar hitabylgjur fara at koma oftari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



