Aftaná, at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu í nærum fýra ár, so tykist málgagn teirra í Sortudíki at vera afturíaftur komið, nú flokkurin er endaður í andstøðu.
Uppskot úr andstøðuni hava aldrin fyrr fingið so stóran dekning, sum tey fáa í løtuni í Kringvarpinum.
Tað tykist næstan sum um, at tað ongantíð fyrr er hent, at andstøðan hevur lagt uppskot fram, og tíansheldur, at uppskot frá andstøðuni eru feld.
Í løtuni er onki annað á skrá hjá Kringvarpinum, uttan uppskotini hjá Tjóðveldisflokkinum.
Men tað er kanska ikki so løgið, tá fyrrverandi skrivari Tjóðveldisfloksins er tíðindaleiðari, ein fyrrverandi tingmaður er vertur á kjaksendingini Breddin og helvtin av tingmanningini hevur sína fortíð í stovninum.
Umframt hetta, so eru fleiri eygleiðingar um ein nýggjan á redaksjónini, ið hevur gjørt fleiri innsløg um Tjóðveldisflokkin, samstundis sum viðkomandi ósmæið setur tumlar undir uppsløg og viðmerkingar hjá Tjóðveldisflokkinum á sosialum miðlum.
Eygleiðarar duga heldur ikki at minnast, um undanfarna samgonga nakrantíð stóð til svars í Kringvarpinum, tá tey feldu andstøðuuppskot.
Tó vóru tey – eins og tey hjá Tjóðveldisflokkinum, als ikki fíggjað, og tí heldur ikki seriøs.
Tjóðveldisflokkurin hevur í løtuni uppskot fyri yvir 200 mió. kr. liggjandi í løgtinginum, men lítið hoyrist til, hvussu tað skal fíggjast, og samstundis verður rópt um, at sparingar innan ymisk økir ikki skulu fremjast, og avlopið á fíggjarlógini er ov lítið.
Men tað hevur redaksjónin í Tjóðveldisvarpinum nokk verið samd um, ikki hevur týdning.
Ei heldur at spyrja, hví flokkurin, ið hevur umsitið sjúkradagpeningaskipanina seinastu árini brádliga hevur skund at broyta hana nú.
Hinvegin um ein hyggur á heimasíðu løgtingsins, so eru fleiri uppskot frá hinum andstøðuflokkunum í tinginum, men ongin dekningur frá Kringvarpinum.
Fleiri av hesum sjálvútnevndu politisku viðmerkjarunum/serfrøðingunum hava ført fram, at tann nýggi løgmaðurin ikki verður settur nokk undir luppin, men tað er neyvan undarligt, tá prioteringarnar hjá Kringvarpinum fyrst og fremst eru at profilera Tjóðveldisflokkin.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



