Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Ítróttur

Badmintonsambandið: Føroyskt badminton er aftur í ár væl umboðað á árligu leguni Summer school, sum Badminton Europe skipar fyri. Í ár luttaka fýra føroyskir leikarar á leguni, sum verður hildin í Vejen í Danmark – annað árið á rað. Okkara leikarar eru Brynja á Borg, Elisa Hentze Niclasen, Jónas Festirstein Dam og Óðin Eldevig

Summer School er eitt afturvendandi tiltak, har ungir badmintonleikarar úr øllum Evropa savnast í eina viku at venja, læra og menna seg. Legan gevur luttakarunum møguleika at venja saman við javnaldrum á høgum stigi og fáa undirvísing frá dugnaligum venjarum úr fleiri londum.

Fyri føroysku leikararnar er hetta ein serstakliga gevandi uppliving. Umframt at menna tekniskar og taktiskar førleikar á badmintonvøllinum, fáa tey eisini nýggjan íblástur, størri sjálvsálit og virðismiklar royndir. Samstundis knýta tey vinabond við leikarar úr øðrum londum, sum eru við til at styrkja bæði trivnaðin og áhugan fyri ítróttini.

Í ár eru Føroyar eisini umboðaðar á venjarasíðuni. Fai Yin Wong, landsliðsvenjari og venjari í HBF, luttekur nevniliga sum hjálparvenjari á leguni. Hetta er bæði ein viðurkenning av føroyska venjaraarbeiðinum og ein góður møguleiki at savna nýggja vitan og royndir, sum kunnu koma føroyskum badmintoni til góðar.

Luttøkan á Summer School er ein týdningarmikil partur av menningini hjá okkara ungu leikarum. At fáa møguleikan at venja í einum altjóða umhvørvi við leikarum og venjarum á høgum stigi gevur virðismiklan førning, sum tey kunnu taka við sær heim – bæði á og uttan fyri badmintonvøllin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #