- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 49/2026 eftir tingskipanini § 52a til Beinir Johannesen, løgmann, frá 
Bjarna Kárason, løgtingsmanni, um merkið á donskum hernaðarbúnum

Fyrispurningurin var soljóðandi:  
1. Er tað í samsvari við flagglógina, at danska verjan nýtir Merkið á sínum hernaðarbúnum?

2. Varð landsstýrið kunnað, tá danska verjan tók avgerð um at nýta Merkið á sínum hernaðarbúnum?  

3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at danska verjan nýtir Merkið til at umboða danskt hernaðarvald?

Svar: 
Til spurning 1 

Í § 9, stk. 1 í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 19. desember 2023, er ásett: “Løgreglan skal ansa eftir, at henda lóg verður hildin”.

Eg meti tí ikki, at tað er rætt av mær at úttala meg um einstøk mál. Tað er fútin, sum tekur slík mál upp og metir, um lógarbrot er framt. Metir fútin, at so er, reisir hann ákæru í málinum.

Í hesum sambandi skal fútin millum annað hava fyrilit fyri §§ 7 og 8 í flagglógini, sum eru soljóðandi:

“§ 7. Henda lóg er galdandi fyri øll fløgg, sum nýtt verða alment á vanligan hátt úti ella inni, men er tó ikki galdandi fyri skreytfløgg, borðfløgg ella tílík fløgg.

§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Tað er ólógligt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt.  

Tað er bert loyvt at nýta flaggið í reklamuendamáli, herundir at seta endurgevingar á vørur, sum verða bodnar út til sølu, ella á tílíka vøru etikette ella íløt, tá ið vøran er føroysk framleiðsla. Sama er galdandi fyri vøru- og firmamerkir.”

Til spurning 2 
Eftir tí, sum mær er gjørt kunnugt, hevur einki skrivligt samskifti verið millum føroyskar og danska myndugleikar um málið.

Í seinnu hálvu av 2025 fekk táverandi Uttanríkis- og vinnumálaráðið óformliga kunning frá danska verjumálaráðnum og donsku verjuni um, at nýtsla av einum akslamerki við danska, føroyska og grønlendska flagginum var vorðið alsamt meira vanligt millum starvsfólk í donsku verjuni.

Talan er um eitt akslamerki, sum kann festast á búnan og takast av aftur. Tað er sjálvboðið at nýta tílík akslamerki, og tað er ikki óvanligt at nýta ymisk sløg av slíkum merkjum á hermannabúnum og øðrum tænastubúnum.

Til spurning 3 
Hernaðarmál eru felagsmál sambært heimastýrisskipanini. Eg havi ongar trupulleikar av, at akslamerki við merkinum verða nýtt sjálvboðið av starvsfólkum í donsku verjuni. 

Í Tinganesi, 5. oktober 2026 
Beinir Johannesen 
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #