Bragdið: Leygarmorgunin kl. 9.00 byrjar árliga backyard-renningin, Havnardalur Backyard Ultra, sum Bragdið skipar fyri.
Hetta er kappingin, har tú ikki veitst, nær tú kemur á mál. Tú veitst ikki um tað verður í dag ella ímorgin - ella enn seinni. Reglurnar eru einfaldar: renn 6,7 km innanfyri ein tíma. Nýtt umfar byrjar aftur hvønn heila tíma. Sum tímarnir ganga, fella rennarar frá, og kappingin endar tá hin næstseinasti gevst og vinnarin er hann, sum einsamallur fullførir eitt umfar.
Í fjør var tað sterki danski ultrarennarin Lars Roed sum vann eftir 25 tímar og 167,5 km. Niels Poulsen úr Bragdinum gavst eftir 24 tímar og 161 km.
Fleiri sterkir føroyskir rennarar fara at royna seg í ár, og sum skilst ætla onkrir at renna longur enn vinnarin í fjør.
50 luttakarar verða við í morgin. Fleiri teirra hava verið við hvørjaferð, men eisini nýggj spennandi nøvn eru á listanum.
Runnið verður úti í Havnardali. Út eftir Liasarvegi og oman við Sandá við einari krýllu í nýggju viðarlundini. Miðstøð fyri kappingina er felagshølini hjá Ríðingafelagnum, sum aftur í ár hava víst stórsinni og lænt hølini til hetta spennandi og øðrvisi tiltakið, sum eingin veit nær endar... ..
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



