Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Sjálvandi skal man kritisera religiøsar ideologiir. Um tær sleppa at ráa eirindaleyst, so er "fanin leysur" so at siga. Sjúrður Skaale hevur víst okkum hvussu galið tað kann ganga í Norðurafrika og partum av Irak við henholdsvís Boko Haram og ISIS-kríggjarum - Tvær svakligar ekstremistiskar versiónir av Islam, sum ikk neyðturviliga hava nakað við hvønn annan at gera, útyvir at misbrúka islamisku religiónina til kríggj.

Eg havi í nógv ár verið religiónskritikari, og eri tað enn. Serliga í einum so gjøgnumsúrgaðum samfelagið sum í Føroyum kundi eg ikki lata vera. Men eg havi aldrin lagt upp til at noktað kristnum fólkum teirra rættindi. Eg eri ikki blivin politikkari, blivin partur av einari sosialdemokratiskum flokki - sum er mítt primera politiska standpunkt - og harfrá brúkt mín politiska plattform til at kollektivt demonisera øll kristin.

Ímynda tær um hetta hendi og eg allieraði meg við sekulerum felagsskapum, sum sóu sína mentan verða hótta av kristrnum. Ímynda tær, at hesir felagssakpir nýttu gott av mínum politiska platformi, tí mínar generaliserandi úttalilsir, skumpaðu undir, at samfelagið isoleraði kristin fólk. At samfelagið var samt í, at kristin skuldu ekskluderast frá arbeiðsmarknaðinum og at tey ikki skuldu hava loyvi at leiga høli til at hava bønarrum.

Ímynda tær so, at felagsskapir stuðlaðu mær, við at gjalda fyri ferðir til bumbaðar abortklinikkir í USA, har eg kundi standa og demonisera øll kristin, sum um tey øll vóru rabiatir amerikanskir evangelistar. At eg ferðaðist til Utøya fyri at tosa við vitnir um hvat Breivik gjørdi. At ferðast til tey økini í Afrika, har AIDS epidemiin bleiv nógva ferðir verri, orsaka av at pávin insisteraði uppá at hítir fóru at senda tey til helvitis. At eg ferðaðist til “no-gay zones” í Póllandi fyri at vísa hvat ekstremistisk katolisisma ger við eitt samfelag, ella tær óteljandi grøvirnar av LGBT+ persónum, sum antin eru bankaði til deyðis av kristnum ella hava gjørt sjálvmorð orsaka av kristnari forfylging.

Eg noyðist ikki eingongd at ferðast. Eg kann fara á Jagtvej 69 og tosa um hvussu Faderhuset keypti og reiv Ungdómshúsið niður, fyri at basa “óndskapinum” sum livdi har. Og at eg harfrá segði, at tað fyrr ella seinni fór at elva til terror móti ikki-kristnum, um vit lótu kristin liva ímillum okkum.

Tað er ongin loyna, at kristindómur hevur eina sera, sera plettaða straffi-attest, tá tað kemur til at kúga ikki-kristin ígjøgnum heimssøguna. Kristindómurin, í tí formi vit kenna hann í dag, er formaður av sekulerum og humanistiskum virðum - sum tey kristnu nú taka æruna fyri at hava uppfunnið. Tað var við bíbliuni í hondini, at fólk hildu trælir langt inn í 20indu øld í Amerika. Tað er enn við bíbluni í hond at tey gera mun á øllum ikki hvítum har vesturi. Skuldi eg kanska farið har og gjørt eina reportasju um hví kristindómur skal bannast í Føroym? Skal eg fara til ruinirnar av gentuskúlanum í Iran, bumbaður við guds signing av USA?

Tað fúlasta av øllum er, at Sjúrður sjálvur hevur verið í Ísrael á "indflydelsesrejse" har Netanyahu stjørnin hevur kuraterað ta evigu offurrollina hjá jødunum fyri honum. Tað vil siga at her verður jødadómurin misbrúktir til at fremja terror og fólkamorð. Men í hesum førinum, hevur Sjúrður valt at fokusera uppá gerandismannin, í staðin fyri at hyggja at ræðuligu lagnunum av offrunum í Gaza sum eru minst líka ógvusligar sum hansara fráboðanir úr Nigeria. Hetta tí, at Ísrael, saman við teimum fundametnalistisku kristnu hava tað til felags, at vilja útrudda muslimar.

Sjúrður letur seg litað av 10Forty og øðrum felagsskapum, til alment at disrespekterað øll tey offrini sum ikki eru kristin. Hann kallar boðini frá ST fyri “láturlig”. Veruleikin er tann, at tá religiøs ekstremisma kemur so langt, so eru øll offur, óansæð trúgv. Tey vera forfylgd, pínd og týnd, bert tí tey ikki eru "rætt-trúgvandi". Ísrael bumbar eirindaleyst - øll doyggja óansæð trúgv: jødar, kristin og muslimar. Hamas er ikki málið - palestinar eru málið. Jødadómur verður misbrúktur til at fremja fólkamorð. Og nú teir eru slopnir avstað við tí í Gaza í so leingi, eru teir byrjaðir uppá Libanon og hyggja nú eftir Turkalandi.

Hvørja ferð tað gongur illa við PR hjá Ísrael - tá fólk síggja hvat tey gera og teirra flosklar ikki rigga longur - so byrja politisku vinirnir hjá Ísrael at skrúva upp fyri muslima-demoniseringini. Og tá teir gera eitt “gott arbeiði” við at skapa ógvusligt split og mála eina ræðuliga mynd av muslimum, so fáa teir viðurkenning. Viðurkenningin hjá Sjúrða kom sum ein pokalur, The Jerusalem Prize, sum er minni verd enn tann "FIFA-friðarheiðurslønin" hjá Trump, ið skal eitast at vera givin fyri at veita “nuansu til kjakið”. Tað einasta, prís-komitéin prógvar við hesum, er, at tey munnu vera púra litblind.

Konsekvensirnir av hesari krossferðini, sum alsamt fleiri politikkarar eru byrjaði uppá - at demoniserað eina religión úr Miðeysturi, við at alliera seg við einari aðrari religión úr Miðeysturi - eru týðiligar. Bretland stendur í ljósum loga við ultranationalistiskum islamofobiskum hooligans. Ósekir danskir muslimskir borgarar verða útstillaðir á internationala pallinum, tí teir "ikki vísa respekt" á einari minnisløtu. (Ungar gentir sum ikki vildu vera á kamera. Nógv fólk vóru nógv meiri respektleys enn tær, og nógvir muslimar vístu respekt) Morð framd av einum sálarsjúkum, svørtum, kristnum manni, sum varð adopteraður til Danmarkar sum pinkubarn, verða enn í dag skýrd sum eitt islamiskt terror álop sum moskeir skulu taka ábyrgd av.

Eg kann ikki fara í eitt summarland í Danmark uttan at hoyra kenningar banna og blóta um muslimar, sum hava betalt fyri at verða har eins og øll onnur. Sum onki gera uttan at vera har og hugna sær. "Hav en god tur!" søgdu tríggjar gentur við turriklæðið so fittar til tað næsta liðið av fólkum í súkklubátunum. Ja, hvat billa tær sær inn. Ein lítil brúnur drongur spurdi um hann kundi sleppa at prøva sveimi-banan aftaná okkum. "Det må være en fjerdegenerations indvandrer, eftersom han snakker så godt dansk. Jeg håber han bliver godt integreret”

Eg var til eina barbecue, har grillmeistarin ikki ætlaði sær at halda stýr á høsnarungapylsunum og gríspylsunum til 7 ára gomul børn. Tað eina barnið skuldi simpulthen ikki takast atlit til, tí hon kom fra einari muslimskari familju. Hetta var annars onki problem hjá honum, tá ein jødi var har við veganarapylsum og ein vegetar við sínum seinastu ferð vit vóru har. Ein studentarvognur kom koyrandi framvið og ein bilur fylgdi aftaná við tendraðum rómaraljósum. Har var róp og skrál frá einum at tað vóru innvandrara idiotar. Tá eg spurdi inn til tað, so segði hann, at muslimar hata studentarvognar, tí teir hava tveitt sýru á teir. Tað tók ikki langa tíð at leita hetta upp og finna útav at hetta vóru balladumakarar, harav tann ringasti var ein 48 ára gamal hvítur maður úr Randers. Eg fái at vita at har eru støð í Onglandi sum eru “no-go” zones fyri ikki muslimar og at hundar eru bannaðir fleiri staðni har, tí muslimar hata hundar. Aftur her, lygn omaná lygn. Onki av hesum passar.

Muslimar hava reélt sæð onki rørslu-frælsi longur. Politikarar taka vøkumyndir av teimum meðan tey eru til arbeiðis og finna uppá lygnir um tey. Frederik Vad sáar iva um øll vælintegreraði fólk og fjalir sína rasismu handan eina sekulera filosofi. Tann fjórða viðurkenningin má vera, at ein muslimur kann aldrin - ALDRIN - gera nakað gott í eygunum á Frederik Vad og Sjúrður Skaale.

Og nú síggja vit so Ida Auken jubla, tí hon hevur fingið ein prest knýttan at Christiansborg. Danska Sosialdemokratiið er fallið í heilaga kríggið sum høgravongurin hevur pressa inn á okkum. Nú leggja politikkarnir upp til “andaliga upprustning” - kristindómur móti islam, ella sum Sjúrður og hini “sosial-demokratarnir” siga: Tað góða móti tí ónda.

Hetta førir onki gott við sær og um ongin skjótt talar at og ger okkurt við hetta, verður tað ótolandi at vera ikki-kristin um nøkur ár. Danska sosialdemokratiið er farið fullkomiliga á heysin í hesum málinum. Javnaðarflokkurin hevur enn nógv fornuftig fólk sitandi, sum áttu at tikið seg saman og ekskluderað Sjúrður Skaale úr flokkinum.

Føroya fólk sum heild, síggi eg ikki ta stóru vónina fyri. Tað er ein orsøk til at eg ikki búgvi har, sum ikki-kristin, og eg taki av hjarta synd í teimum muslimunum, sum av einari ella aðrari orsøk enda har uppi. Eg vildi ynskt eg kundi hjálpt, men tað er begrensað hvat eg kann gera herfrá tá mótstøðan er so mikið ógvuslig frá Føroyska samfelagnum. Vónandi tekur onkur tað upp. Ímeðan má eg gera mítt til at útbreiða inklusión, keldukritikk, søgufatan, samfelagsfatan, forstáilsi og empati til mítt nærumhvørvi.

John Ivar Venned

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #