Svar upp á fyrispurning nr. 52-048/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um bygging av Stenomiðstøðini,
frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landið bundið seg til at byggja nýggja Steno Miðstøð sama, hvør kostnaðurin er?
2. Um miðstøðin verður bygd, og verður dýrari, enn upprunaliga mett, hvørjar avleiðingar hevur tað fyri aðrar íløgur í Heilsuverkinum?
3. Hvør rindar meirkostnaðin av byggingini?
4. Um landsstýrið/løgtingið siga nei at byggja bygningin, hvørjar avleiðingar hevur hetta so í mun til endurgjald og annað í samband við avtaluna við Novo Nordisk?
5. Í viðmerkingum til upprunaliga uppskotið stendur, at ein byggiavtala skal gerast “...ein byggiavtala, sum er løgfrøðiliga bindandi fyri tíðarskeiðið, sum samstarvið partanna millum fevnir um.” Er henda avtala gjørd, og hvat er innihaldið í henni?
6. Ber til at staðseta Steno Miðstøðini á Suðuroyar Sjúkrahúsið ella Klaksvíkar Sjúkrahúsið, um umstøður eru til tess og tað er ein bíligari loysn?
Svar:
Til spurning 1
Nei, Føroya landsstýrið hevur ikki bundið seg til at byggja eina Steno Miðstøð sama, hvør kostnaðurin er.
Føroya landsstýrið og Novo Nordisk Fonden hava avtalað, at sum liður í samstarvinum teirra millum letur Novo Nordisk Fonden Føroya landsstýrið 62 mió. kr. til ein bygning, sum skal húsa virkseminum hjá Steno Miðstøðini. Landið skal byggja bygningin. Partarnir hava somuleiðis avtalað, hvussu farast skal fram, um tað ikki ber til at byggja bygningin innan karmin á 62 mió. kr., t.d. um tilboðini at byggja bygningin eru hægri enn avtalaðu upphæddina. Í slíkum føri skal Føroya landsstýrið kunna Novo Nordisk Fonden um, at tað ikki ber til at byggja eina Steno Miðstøð fyri avtalaðu upphæddina. Heilsu- og orkumálaráðið hevur vegna Føroya landsstýrið kunna Novo Nordisk Fonden um støðuna og at ætlanin við at víðka C-bygningin á Landssjúkrahúsinum er slept.
Til spurning 2
Í verandi støðu ber tí ikki til at siga, hvør kostnaðurin møguliga verður, og hvussu ein komandi fíggingarleistur fer at síggja út.
Tað ber ikki til at siga, hvørjar avleiðingar ein meirkostnaður av Steno Miðstøðini kundi havt við sær.
Løgukarmurin hjá landinum er avmarkaður. Um landið rindar ein størri kostnað enn upprunaliga ætla, kann tað hava ta avleiðing, at aðrar íløguætlanir verða seinkaðar, møguliga eisini í Heilsuverkinum.
Til spurning 3
Støða er ikki tikin til, hvat víðari skal henda og hvussu ein komandi fíggingarleistur kemur at síggja út. Tí er ikki møguligt í verandi støðu at siga hvør rindar ein møguligan meirkostnað.
Til spurning 4
Føroya landsstýrið og Novo Nordisk Fonden hava gjørt tvær avtalur. Onnur avtalan snýr seg um játtan og hin snýr seg um ein bygning til Steno Miðstøðina. Í avtalunum millum Føroya landsstýrið og Novo Nordisk Fonden er ásett, hvat upphæddin frá Novo Nordisk Fonden skal brúkast til, herundir hvør upphædd verður latin til ein bygning. Somuleiðis er ásett, hvussu farast skal fram um so er, at tað antin ikki ber til hjá landsstýrinum at halda avtaluna ella landsstýrið velur ikki at halda hana.
Landsstýrið fær einki endurgjaldskrav frá Novo Nordisk Fonden, um landsstýrið velur ikki at byggja bygningin. Í byggiavtaluni er ásett, at um tað ikki ber til at byggja bygningin eftir ætlan, verða samráðingar partanna millum um, hvussu farast skal fram. Ger landsstýrið av, at bygningurin ikki verður bygdur, endar avtalan um bygningin. Hin avtalan, sum snýr seg um játtan til rakstur v.m., heldur fram óbroytt í avtalutíðarskeiðnum.
Til spurning 5
Føroya landsstýrið og Novo Nordisk Fonden hava gjørt eina byggiavtalu, nevnd «Bygningsaftale vedrørende trøtte til opførelse af ny bygning til Steno Diabetis Center Færøerne i Tórshavn».
Avtalan varð undirskrivað í 2022. Avtalan snýr seg um fíggjarligan og bygnaðarligan stuðul til at byggja nýggjar karmar til Steno Diabetes Center Færøerne, eisini nevnt Steno Miðstøðin.
Nýggi bygningurin skal veita nútímans hølisviðurskifti til kliniska virksemið hjá Steno Miðstøðini og skapa betri umstøður fyri tvørfakligum samstarvi, sjúklingaviðgerð, útbúgving og gransking.
Avtalan ásetir ábyrgd, fígging og karmar fyri verkætlanina, meðan Steno Miðstøðin verður skipað sum partur av Sjúkrahúsverkinum. Endamálið er at skapa varandi karmar, sum kunnu stuðla einum meira samanhangandi og dygdargóðum tilboði til fólk við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum í Føroyum.
Til spurning 6
Tá farið varð undir samstarvið millum Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden umrøddu partarnir eina røð av viðurskiftum, herundir m.a., hvar tann komandi Steno Miðstøðin skuldi staðsetast. Semja varð um, at sjúklingurin skuldi í miðdepilin og støði skuldi takast í viðgerðartilboðum til fólk við diabetes.
Viðgerðartilboðini, og herundir atgongdin til viðgerðartilboð, skuldu tí skipast og staðsetast við atliti til, at fólk við diabetes hava tørv á heilsustarvsfólkum við serkunnleikum innan ymisk øki, t.d. endokrinologum, eygnalæknum, nýralæknum og hjartalæknum, umframt øðrum heilsustarvsfólkum við serkunnleika innan diabetessjúku. Táverandi diabetes- og endokrinologiska ambulatoriið (sum nú er víðkað til Steno Miðstøðina) og nevndu serlæknagreinar eru á Landssjúkrahúsinum.
Niðurstøðan var tí, at við atliti til at kunna veita fólki við diabetes best møguliga viðgerð, umframt at kunna gagnnýta starvsfólkaorkuna og fíggjarligu orkuna í Sjúkrahúsverkinum á fullgóðan hátt, var skilabest at skipa komandi Steno Miðstøðina sum ein samantvinnaðan part av Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Við atliti til tørvin hjá fólki við diabetes á serviðgerðartilboðum, serliga innan serlæknaviðgerðir, ber tí ikki til at skipa Steno Miðstøðina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Heilsu- og orkumálaráðið, 5. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



