Hvussu finnur avgusturin føði á 1.000 metra dýpi? Kann kaffi elva til krabba? Og kann tari bjarga veðurlagnum?
Í morgin byrjar ein røð av fýra ókeypis fyrilestrum í náttúruvísindum í Listastovuni, har granskarar frá Aarhus Universiteti svara hesum spurningum og fleiri.". Fyrilestrarnir verða stroymdir beinleiðis.
Fyrsti fyrilesturin er í morgin, týsdagin 6. oktober. Atgongdin er ókeypis.
"Tú skalt ikki vera granskari fyri at fáa nakað burtur úr hesum kvøldum. Evnini eru kaffi, hvalir og tari. Tað eru ting, sum vit øll hava eitt samband við. Fyrilestrarnir eru gjørdir til forvitin fólk”.
Fyrilestrarnir eru partur av fyrilestrarøðini hjá Aarhus Universiteti, har kendir granskarar greiða frá sínum fakøkjum á ein lættskiljandi hátt. Fyrilestrarnir eru á donskum.
Skráin:
Týsdagin 6. oktober – Á veiðiferð við havsins risum
Nýggj tøkni við dronum, djúphavsmynda- og mátitólum hevur givið okkum heilt nýtt innlit í lívið hjá hvalum. Hoyr millum annað, hvussu marsvínið veiðir í donskum sjógvi, og hvussu avgusturin finnur føði á meira enn 1.000 metra dýpi.
Fyrilestrarhaldari: Peter Teglberg Madsen
Týsdagin 20. oktober – Skamtateldan
Hvussu virkar ein skamtatelda, og hvat kann hon brúkast til? Fá innlit í heimin hjá skamtaalisfrøðini og hoyr um nýggju "skamtakollveltingina".
Fyrilestrarhaldari: Klaus Mølmer
Týsdagin 3. november – Kaffi
Kann kaffi elva til krabba, ella er hetta ein myta? Lær um ferðina hjá kaffi frá kaffirunni til kaffikopp: lívfrøðina, veltingina, burðardygdina og týdningin fyri heilsuna.
Fyrilestrarhaldarar: Aske Skovmand Bosselmann, Anders Sanchez Barfod og Kjeld Hermansen
Týsdagin 17. november – Tari
Kann tari bjarga okkum úr veðurlagskreppuni, matvørukreppuni ella lívmargfeldiskreppuni? Annette Bruhn greiðir frá hugtakandi eginleikunum hjá tara og møguleikunum fyri framtíðina.
Fyrilestrarhaldari: Annette Bruhn
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



