Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Betri er at tiga og verða hildin fávitskutur enn at opna munnin, so allur ivi hvørvur
- Abraham Lincoln
Onnur tíðindi

Tá danska matvørueftirlitið 30. september í fjør kannaði korngoymsluna hjá Danish Agro í Dalmose, funnu eftirlitsfólk rottulort í reinsaðum korni. Í kjallaranum í einari høll lógu umleið tíggju deyðar mýs. Tá var korn longu farið av goymsluni til mjølframleiðslu, skrivar Politiken. Mjøl úr korni av hesi goymsluni er eisini selt í Føroyum, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur afturkallað vøruna.

Fødevarestyrelsen kravdi onga afturkalling í fjør. Stovnurin viðgongur nú, at tað var eitt mistak at taka ta avgerðina uttan fyrst at fáa serfrøðingar á Danmarks Tekniske Universitet at meta um heilsuvandan.

Valsemøllen afturkallar nú ávísar sendingar av mjøli, tí vandi er fyri blámusoppaeitri. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki, sum enn hava mjøl úr hesum sendingum, til at lata tað aftur í handilin ella beina tað burtur.

les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #