Íslendskir flogskiparar hava útsett eitt ætlað verkfall hjá Icelandair, sum skuldi byrja á midnátt, tað skrivar ríkisútvarpið.
Eftir samráðingar hjá ríkissáttasemjaranum eru partarnir samdir um at halda fram við samráðingunum. Verkfallið er fyribils útsett til 10. desember 2026.
Ætlaða verkfallið fevndi um leiguflúgving hjá Icelandair fyri aðrar fyritøkur, ikki vanliga rutuflúgving sum heild. Einki bendir tí beinleiðis á, at vanliga Føroyarutan skuldi steðga av hesum verkfallinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



