Amerikanski herurin framdi náttina til sunnudag fleiri álop á Iran.
Álopini vóru sambært USA svar upp á, at iranska kollveltingarhirðin hevði lopið á bingjuskipið GFS Galaxy í Hormuzsundinum. Ein av manningini er horvin, og eldur og stórur skaði hava gjørt, at skipið ikki kann sigla víðari.
Iran sigur, at skipið sigldi eftir einari farleið, sum ikki var góðkend, og kollveltingarhirðin hevur samstundis boðað frá, at Hormuzsundið er stongt.
Iranskir ríkismiðlar hava boðað frá álopum í fleiri býum við Hormuzsundið. Centcom sigur, at umleið 140 mál vórðu rakt, teirra millum rakett- og dronuútbúnaður, lóðurgoymslur og eftirlitsstøðir.
Hetta er triðja amerikanska álopið á Iran í hesi vikuni. Samanlagt sigur USA seg hava rakt meira enn 300 mál fyri at minka um møguleikan hjá Iran at leypa á handilsskip og sjófólk.
Spenningurin millum londini er vaksin, eftir at Donald Trump hevur sagt, at USA ikki longur metir friðaravtaluna við Iran vera galdandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



