Fyrrverandi landsstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen er farin til arbeiðis nú hann situr í andstøðu.
Hann setir ein fyrispurning um dagin og harumframt skrivar hann minst eitt lesarbræv um dagin.
Hví í allari víðu verð hevur hann goymt alla sína orku til hann kom í andstøðu?
Tá hann sat sum landsstýrismaður legði hann ikki nógva orku í arbeiðið.
Tey trý árini hann sat sum landsstýrismaður legði hann eitt uppskot fyri tingið, men tað bleiv felt av hansara floksfeløgum.
Men rætt skal vera rætt.
Hann fekk so ikki einki av skafti.
Opningstíðin í Rúsuni í Tórshavn var longd við 2 tímum leygardagar.
Haldi hann skuldi umhugsa at nýtt orkuna, tá hann hevur ávirkan, heldur enn, tá hann situr uttan ávirkan.
Royters
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



