Summi ferðamannaskip hava bert samkyndar gestir umborð, til dømis L’Austral sum kom á Havnina 31. juni. Her vóru tey vælkomin, og gjørdu útferðir kring landið áðrenn tey, ella teir, fóru víðari dagin eftir.
Men í onkrum londum sleppa slík skip ikki at leggja at.
DR skrivar um "Scarlet Lady", sum fyrst fekk víst durafjórðingin í Turkalandi og nú eisini í havnarbýnum Alexandria í Egyptalandi.
Boðini, sum fyriskipararnir fáa, eru, at gestirnir umborð eru "kendir fyri ein atburð, sum ikki er í samsvari við okkara samfelagsbygna og moralsku virði".
Umleið 2.000 gestir eru umborð á "Scarlet Lady" og allar neyðugar góðkenningar og loyvi vóru komin uppá pláss, áðrenn túrurin byrjaði, sigur Rich Campell frá fyriskiparanum, sum er amerikanska felagið Atlantis Events.
- Mismunur og vantandi møguleikar sum heild hjá LGBT+ fólki og øðrum minnilutum gera nógv størri skaða enn bara tað at ein siglingarætlan hjá einum ferðamannaskipi verður broytt, sigur eitt umboð fyri tey samkyndu við CNN.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



