ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini
Vinna

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

P/F Palli hjá Mariannu hevði munandi hægri sølu í 2025, men ársúrslitið gjørdist lægri enn árið frammanundan.

Sambært ársfrágreiðingini var nettosølan 713,6 milliónir krónur í 2025, samanborið við 458,6 milliónir krónur í 2024. Bruttoúrslitið var 261,5 milliónir krónur, meðan EBITDA var 125,4 milliónir krónur. Ársúrslitið gjørdist 81,1 milliónir krónur, móti 95,9 milliónum krónum í 2024. Felagið hevði 122 starvsfólk í miðal.

Leiðslan vísir á, at sølan vaks serliga tí, at felagið í árinum fekk meiriluta í einum felagi, sum áður varð roknað sum leyst atknýtt felag. Hinvegin lækkaði veiðivirðið, tí minni varð fiskað av svartkjafti, makreli og sild.

Samtakið hevði við árslok eina eginogn á 1.145,9 milliónir krónur og hevur gjørt íløgur fyri 430,4 milliónir krónur í árinum. Leiðslan væntar ikki, at úrslitið fyri 2026 verður eins gott sum í 2025, serliga orsakað av lægri kvotum av makreli og svartkjafti.

Jan Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #