ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini
Vinna

P/F Pelagos konsernin hevði 79,5 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tað er ein munandi framgongd samanborið við 2024, tá úrslitið var 50,5 milliónir krónur. Nettosølan vaks úr 1,09 milliard krónum í 2024 til 1,47 milliardir krónur í 2025.

Rakstrarúrslitið hjá konsernini gjørdist 117,7 milliónir krónur, samanborið við 67,6 milliónir krónur árið fyri. Bruttoúrslitið vaks úr 131,1 milliónum krónum til 192,9 milliónir krónur. Leiðslan sigur í ársfrágreiðingini, at 2025 var eitt gott ár, har hægri virksemi, betri framleiðslunýtsla, øktur umsetningur og góð marknaðargongd hava ført til týðiliga framgongd.

Úrslitið var eisini væl betri enn væntað við ársbyrjan. Leiðslan hevði roknað við einum úrsliti á umleið 30 milliónir krónur áðrenn skatt, men hægri umsetningur og góð rakstrarstýring gjørdu, at úrslitið gjørdist munandi sterkari enn upprunaliga mett.

Fíggjarstøðan er eisini styrkt. Eginognin hjá konsernini vaks úr 364,2 milliónum krónum í 2024 til 433,6 milliónir krónur í 2025. Eginognarparturin hækkaði úr 49,0 prosentum til 61,7 prosent, og gjaldførisevnið batnaði úr 204,0 prosentum til 318,9 prosent.

Pengastreymurin frá rakstri var eisini munandi betri. Í 2025 var hann 192,0 milliónir krónur, meðan hann árið fyri var negativur við 38,9 milliónum krónum. Sambært leiðsluni eru vørugoymslur og áognir minkaðar munandi í mun til 2024, og hetta hevur styrkt gjaldførið hjá felagnum.

Felagið skýtur upp at lata 15,9 milliónir krónur í vinningsbýti fyri roknskaparárið. Restin av úrslitinum, 63,6 milliónir krónur, verður flutt til flutt úrslit.

Høvuðsvirksemið hjá Pelagos er framleiðsla, virking og søla av pelagiskum fiskavørum til altjóða marknaðir. Felagið sigur, at virksemið byggir á framkomna framleiðslutøkni, høga góðsku og tætt samstarv við kundar og samstarvspartar kring heimin.

Leiðslan metir tó, at virksemið í 2026 verður nakað lægri enn í 2025. Orsøkin er serliga lægri framleiðsla vegna lægri kvotur og størri óvissu á altjóða marknaðunum. Hóast tað væntar leiðslan framvegis eitt jaligt úrslit hjá bæði konsernini og móðurfelagnum — umleið 10 milliónir krónur.

Bogi P. Nielsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #