Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Lesarin skrivar

Áhugabólkur Pensjónista hitti hin 9. sept. Margit Stóra, landsstýriskvinnu í almannamálum, á fundi.

Á fundinum við Margit Stórá gjørdu vit vart við, at pensjónirnar eru púra afturúrsigldar og mugu hækka í sama mun, í krónum, sum lønir á arbeiðsmarknaðinum.

Eisini gjørdu vit vart við, at tey, ið bara hava almannapensjón at liva av, mugu fáa ein eldrakekk/pensjónskekk afturat, so til ber at liva av pensjónini. 

Skriv handað landsstýriskvinnuni á fundinum:

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026
Av tølunum á myndini niðanfyri sæst, at javningarleisturin frá 2021, ið Landsstýrið nýtir at hækka fólka- og fyritíðarpensjónir, er ikki rímuligur ella nøktandi. Tí er neyðugt at finna annan og meira nøktandi javningarleist.

Tey, ið fingu størstu lønarhækkan, vóru skrivstovufólk hjá Starvsfelagnum, ið fingu 1.884 kr. meira um mánaðin, meðan mánaðarløntir arbeiðarar fingu 806 kr. meira um mánaðin. Hinvegin var pensjónshækkingin hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum sera lág: á leið 300 - 450 kr. um mánaðin.

Mánaðarlønin hjá arbeiðaranum hækkaði sostatt á leið dupult so nógv (806 kr.), sum pensjónirnar hækkaðu um mánaðin. Meðan byrjunar mánaðarlønin hjá skrivstovufólkum hækkaði gott 4 ferðir so nógv sum mánaðarliga pensjónin hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum.

Áhugabólkur Pensjónista heldur, at pensjónshækkanin fyri 2026 í minsta lagi eigur at verða miðalkrónutalið av lønarhækkan hjá arbeiðarum og av byrjunarlønini hjá Starvsfelagnum: (806 kr. + 1.884 kr.) : 2 = 1.345 kr. um mánaðin.

Harafturat eiga tey, ið einans hava pensjón at liva av, at fáa ein ”eldra-/pensjónskekk”.

Áhugabólkur Pensjónista

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #