Amerikanska sendistovan í Moskva hevur sent út ávaring eftir deyða á einum pestgranskingarstovni í Sibiria og endurtekur ráðini um at fara úr Russlandi.
Russiskir myndugleikar hava rópt varskó, eftir at ein 28 ára gomul kvinna, sum arbeiddi á einum stovni, sum granskaði pestina í Sibiria, doyði av lungnabruna av ókendari orsøk.
Deyð hennara hevur elvt til ótta fyri einum møguligum pestútbroti, men russiskir myndugleikar hava ikki alment váttað, at hon hevði sjúkuna, skrivar The Moscow Times sambært TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



