ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

ETA...??? Tað kann mann gera um veturin!
- Ágrýtin og ótolin bóndi í hoyna við knarrutu børnini
Vágatíðindi

Kommunurnar í Vágum hava sett Petru Olsen sum integratiónssamskipara.

Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv. Petra byrjar í stavinum 1. august 2026.

Petra Olsen hevur drúgvar royndir innan integratión og undirvísing. Síðani 2020 hevur hon undirvíst tilflytarum í føroyskum sum annaðmál (FSA), og hon er millum tey fáu í Føroyum, sum hava serliga útbúgving innan undirvísing av vaksnum tilflytarum í føroyskum.

- Gjøgnum sítt arbeiði hevur Petra verið ein av teimum fyrstu, sum nógv nýkomin hava møtt á síni leið inn í føroyska samfelagið. Hon hevur tí eina greiða fatan av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við tí at flyta til Føroya, og hevur drúgvar royndir við at vegleiða og stuðla tilflytarum í bæði málmenning og gerandisdegnum. Hesar royndir geva henni eitt gott grundarlag fyri at menna og samskipa integratiónsarbeiðið í Vágum, skrivar Vága kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #