Eitt deytt barn er funnið í einum bústaðarøki har suðuri í Berlin, skriva fleiri týskir miðlar, eitt nú Berliner Morgenpost.
Sambært týsku løgregluni varð barnið funnið liggjandi á jørðini í bakgarðinum til eitt íbúðarhús. Økið, har líkið av nýføðinginum varð funnið, er avbyrgt og løgreglan kannar í løtuni málið, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



