Ríkis- og stjórnarleiðarar í Evropa eru við orðum Vladimir Putins ”lortendar”, tí teir stuðlaðu politikkinum hjá Joe Biden mótvegis Russlandi, tá hann var amerikanskur forseti.
Tað segði russiski forsetin í dag í røðu í verjumálaráðnum, har samlaði boðskapurin var, at Russland helst fer at røkka sínum málum við diplomati ella kríggi, skrivar Russland-reportarin hjá The Guardian sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



