Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Búskaparráðið: Úrslitið í grundframlitinum í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er ein haldførisávísi á -4% av BTÚ í 2026. Tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast, fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal árliga, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini. Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almennu veitingarnar veksa við lægri ferð, enn lønirnar. 

Tí eiga rakstrarsparandi íløgur í vælferðraøkið at hava hægstu raðfesting hjá politisku myndugleikunum. Eitt nú eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar, bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. 

Til dømis hava Føroyar eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði á eldraøkinum. Megna vit at økja produktivitetin í almenna geiranum við eitt nú íløgum í størri rakstrareindir, so somu ella betri tænastur kunnu veitast við minni tilfeingi, bøtir tað um haldførið.

Í frágreiðingini um kommunubúskapin frá á heysti 2025 vísti Búskaparráðið til dømis á, at íløgur í eldraøkið, sum lækka eindarkostnaðin fyri hvørt búpláss á bústovnum við í miðal 20%, letur seg gera. Verður einstaklingakostnaðurin á eldraøkinum lækkaður við 20%, tað vil siga, hvussu nógv hvør persónur í hvørjum árgangi í miðal kostar í eldrarøkt yvir tíðarskeiðið 2025 – 2035 gevur tað ístaðin ein haldførisávísa á -2,5%. 

Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum at geva rakstrarsparandi íløgum hægstu raðfesting innanfyri verandi íløgukarmi.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #