Vinnuhúsið: 5. oktober hittust ráðgevar úr báðum londunum í Vinnuhúsinum fyri at læra hvønn annan betur at kenna og umrøða møguleikarnar fyri samstarvi. Á fundinum varð dentur lagdur á at deila vitan og royndir, umrøða felags avbjóðingar og kanna møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi.
Á fundinum varð millum annað víst á felags áhugamál sum nýggjar byggireglugerðir, DGNB, útbjóðing av ráðgevingaruppgávum, myndugleikaviðgerð og møguleikar fyri samstarvi um størri uppgávur.
Fundurin var liður í økta samstarvinum tvørtur um Norðuratlantshavið, sum millum annað er sprottið úr nýggju samstarvsavtaluni millum Grønlands Erhverv og Vinnuhúsið.
Vinnugreinanevndirnar fyri ráðgevar í Grønlandi og Føroyum síggja góðar møguleikar fyri tættari samstarvi. Málið er at knýta sterkari bond, deila vitan og royndir og við tíðini menna ítøkiligt samstarv um uppgávur bæði í Grønlandi og Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



