Felagið Koyristólur Skerdur Førleiki skipar fyri heilsuráðstevnu tann 21. mai 2027 á Hotel Hilton í Tórshavn, har serfrøðingar, fakfólk og fólk við egnum royndum savnast um eitt evni, sum viðkemur nógvum føroyingum: Hvussu kunnu vit liva eitt gott lív við skerdum førleika, kroniskari sjúku ella øðrum heilsuligum avbjóðingum?
Heitið á heilsuráðstevnuni er: TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Immunerjan: Vinur ella fíggindi.
Ráðstevnan sameinir nýggjastu vitanina um neurologi og immunverju við einum praktisktum og menniskjaligum sjónarhorni. Endamálið er at byggja brýr millum gransking, heilsuverkið og gerandisdagin hjá teimum, sum liva við hesum avbjóðingum, og teirra avvarðandi.
– Vit vilja vísa á, at eitt gott lív er møguligt, eisini tá heilsan ella kroppurin setur avmarkingar. Tað krevur vitan, samstarv og, ikki minst, at vit lurta eftir teimum, sum hava royndirnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í felagnum Koyristólar Skerdur Førleiki.
Ráðstevnan er ætlað øllum, sum á ein ella annan hátt hava áhuga í evninum, so sum fólki við skerdum førleika ella kroniskari sjúku, avvarðandi, heilsustarvsfólki, sosialstarvsfólki og øðrum áhugaðum.
Til ber at melda seg til á heimasíðuni www.forleiki.fo ella á Facebook síðuni hjá felagnum Koyristólur Skerdur Førleiki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



