Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Varandi Heimur er ráðstevna og framsýning um varandi orku, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 23. og 24. oktober. Heitið hesa ferð er »Grøn orka loysir seg«. Fólk við fremstu vitan og royndum leggja fram og geva boð uppá, hvussu ferð kann fáast á grøna orkuskiftið.

Fokust verður sett á møguleikarnar hjá okkum her heima, og vit hoyra um royndir úr grannalondum okkara. Handilsfyritøkur sýna fram teirra boð uppá skilagóðar orkuloysnir til húsarhald og vinnu.

Familjur og húsarhald leita sær góð ráð og íblástur um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum - og pengapunginum.

Fríggjadagur fyri øll við áhuga fyri grøna orkuskiftinum
Fríggjadagin spyrja vit, hvat, ið skal til fyri at Føroyar gerast sjálvbjargnar við varandi orku? Vit seta fokus á, hvussu vinna, kommunur, landsmyndugleikar og húsarhald hvør sær og saman kunnu vera við til at seta ferð aftur á orkuskiftið. 

Vit hoyra leiðandi persónar á sínum øki greiða frá, eins og kjakast verður um loysnir og staðfest verður ábyrgd.

Í kjakinum verða Eyðdis Hartman Niclasen, Elsa Berg, Ruth Vang, Hákun Djurhus Jóhan í Niðristovu og Niels Winther.

Leygardagur fyri teg og øll, sum ætla sær grøna orku
Leygardagin kunnu húsarhald kunna seg um møguleikar at fáa grøna orku. Familjur og einstaklingar kunnu leita sær íblástur og góð ráð um orkuoysnir, sum gagna umhvørvinum, og sum kunnu spara nógvar krónur í pengapunginum.

Ansing og hugni til børnini
Vit vilja fegin, at familjur við børnum koma í Norðurlandahúsið at vitja Varandi heimin, og hava tí fingið námsfrøðinæmingar at ansa børnunum í Skálanum. Har verða hoppiborgir og gyklarin Ásbjørn fer at gykla, meðan foreldrini vitja básar ella lurta eftir fyrilestrum.

Xperiment framførir
Við livandi tónleiki byrja vit leygardagin, tá Xperiment fer at syngja kl. 10.

Fyriskiparar, stuðlar og orðstýrarar
Høgra stendur fyri handils- og ráðstevnuni. Umhvørvisstovan, SEV, Tórshavnar kommuna og Vinnuhúsið hava skipað ráðstevnuna. Fíggjarligir stuðlar eru: Hiddenfjord, Umhvørvisstovan, SEV og Tórshavnar kommuna.

Tú kanst vitja stóru veitararnar í Føroyum innan orku: Krosstein, Leif Mohr, Solskifer, Føroya Banka, Jarðhita, Thorfinn Nielsen, Mariu Poulsen, Vita Software, Hita og SEV.

Bjørt Samuelsen og Uni Arge stýra ráðstevnuni. Ráðstevnan verður stroymd.

Skránna fyri allar dagarnar sært tú her:

Varandi heimur 2026 skrá 23. og 24. oktober 2026

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #