Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Politikkur

Løgtingsins Rættarnevnd saman við Rættarnevndini og umboðum fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Naalakkersuisut

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevnd Løgtingsins, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum í Naalakkersuisut og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Rættarnevndini í Inatsisartut

Løgtingið: Hósdagin 8. januar 2026 vóru Rættarnevndin og umboð fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, eins og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Grønlandi, á vitjan hjá Rættarnevnd Løgtingsins. 

Í Grønlandi eru tey í løtuni í holt við fyrireikandi arbeiði at yvirtaka málsøkið kriminalretten.

Í hesum sambandi eru umboð í Føroyum at kunna seg um royndirnar, ið vit hava gjørt okkum, í samband við okkara yvirtøku av málsøkinum revsirættur

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá føroysku tilgongdini at yvirtaka málsøkið revsirættur. Málsøkið varð yvirtikið í 2010, og fingu føroysku myndugleikarnir við yvirtøkuni lóggávuvald og útinnandi vald á málsøkinum. Næstformaðurin greiddi harumframt frá arbeiðinum at dagføra og føroyska revsilógina, sum byrjaði í 2016 og varð liðugt í 2023. 

Umframt Løgtingið vitja grønlendsku umboðini eisini løgmann, Kriminalforsorgina og Føroya Rætt. 

Ferðalagið fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevnd Løgtingsins, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum í Naalakkersuisut og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Rættarnevndini í Inatsisartut

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #