Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: – Hetta eru týdningarmikil stig fyri at skapa eitt tryggari og betri rættarsamfelag, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum í fleiri ár hevur víst á tørvin á eitt nú at styrkja ákæruvaldið.

Danski løgmálaráðráðið hevur nú kunngjørt nýggj átøk, sum skulu styrkja rættarøkið í Føroyum. Talan er um øki, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leingi hevur arbeitt fyri at fáa styrkt.

Átøkini fevna millum annað um:

  • Føroya Politi verður styrkt við m.a. útbúnaði til maritima økið. Politiið fær eisini fýra nýggj ársverk, ið skulu brúkast til at verja viðbrekin offur og fyribyrgja KT-kriminaliteti

  • Ákæruvaldið verður styrkt tveimum nýggjum og royndum ákærum

  • Virksemið frá fregnartænastuni PET í Føroyum verður styrkt

  • Føroya Politi og Føroya Rættur fáa betri KT-skipanir

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fegnast um hesi átøk, tí í fleiri ár hevur fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale kravt, at tað skal gerast.

Serliga hevur hann víst á tørvin um sterkari ákæruvald, sum kann stytta bíðitíðina.

Sjúrður Skaale hevur eisini – eftir at norskir myndugleikar hava tikið russisk skip, sum komu beinleiðis úr Føroyum – sett spurnartekin við, um PET hevur røkt sínar skyldur í Føroyum.

Hesi nýggju átøkini á rættarøkinum verða sett í verk í samstarvi við landsstýrið, umframt sum partur av samráðingunum um eina nýggja avtalu fyri politiið og ákæruvaldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo