Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við ósemjuna í Sambandsflokkinum um abortmálið skrivaði IN.FO fríggjadagin, at hetta var ikki fyrstu ferð, at eg hevði hótt við at rýma úr Sambandsflokkinum.

Yvirskriftin sigur: “Ikki fyrstu ferð Helgi hóttir við at rýma.”

Men í greinini, sum snýr seg um ósemjuna um “266b”, stendur einki um, at eg hótti við at rýma úr flokkinum.

Har stendur at eg ivaðist í, um eg vildi stillaði upp á tí komandi løgtingsvalinum.

– Tað er ikki tað sama sum at rýma úr flokkinum.

- Jú eg veit at tað kann vera spennandi at “stramma yvirskriftir,” men tað er ongantíð gott at stramma tær so nógv, at tær blíva beinleiðis ósannar.  

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo