Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Bøkur

Helst munnu nógv kenna seg aftur í søguni um Lisu. Tí tað eru nógv fitt og 
stuttlig børn, sum kunnu vera sera treisk og strævin. Og tað eru nógv góð og hampulig 
foreldur, sum ikki vita síni livandi ráð, tá ið børnini ikki lurta eftir ella vilja akta.  

Rabbagassin hevur sína egnu hugsan um uppaling og veit, hvussu hann kann koma familjuni til hjálpar. 

Rabbagassin er triðja bókin hjá Rakul Ró Steintórsdóttir. Fyrsta bókin, Sólja og súla á sólferð, kom út í 2023 og longu árið eftir framhaldið Rógvi og náttarravnur. Rakul Ró hevur sjálv skrivað og myndprýtt allar tríggjar bøkurnar.  

Íblásturin til Rabbagassan, hevur hon fingið frá mammu síni, sum við seingjarstokkin fann upp á ymsikar søgur, har Rakul Ró sjálv sum smágenta eisini kundi kenna seg aftur í tí nógva. 

Tað er forlagið Innskot, sum gevur út. Rabbagassin er uppruna tilfar til føroysku familjuna, og er serliga ætlað børnum í aldrinum 4 – 8 ár. Bókin kostar kr. 150,-  og kann keypast í bókabúðunum kring landið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #