Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Tónleikur

Í dag, leygardag, kemur nýggja lagið, “Hin vreiði dagur”, hjá rokkbólkinum Ratchid úr Havn út.

Bólkurin hevur verið til síðan 2017.

Teir hava spælt ymsastaðni í Føroyum og hava nú givið 6 stakløg út, øll rokkløg á føroyskum.

- Hetta er eitt lag sum er úr einum sálmi, sum er gjørdur av Thomas úr Celano fyrst í 13. øld, umsett av J. H. O. Djurhuus og niðurlagið er gjørt av Tummas Napoleon Djurhuus, vanliga kallaður TonglaTummas, siga teir í tíðindaskrivi.

Saman riggar tað bara heilt væl. Ein serstak hugmynd trínur fram fyri teg, saman við hartsláandi rokki sum Ratchid spælir.

Teksturin er um, tá dómur verður sagdur, og hvussu einsamallur tú stendur tá Bókin Mikla verður upplatin.

Teir sum mannað Ratchid eru;

Eyðun hjalt - Guitar og sang, Ragnar Østerø - Leadguitar og backing, Dan Jensen - Bass og backing, Finn Larsen - Trummur.

Bronx Studio hevur produserað og framleitt hevur Uni Debess. Útgivið hevur TUTL á øllum teimum vanligu streamingplatformunum, so sum Spotify, Apple o.a.

Ein tónleikavideo er eisini gjørd av Ragnar Østerø í samband við lagið. Video kann síggjast á TUTL heimasíðuni og eisini á Youtube.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #