Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stóra, var boðin við og bar hon heilsan, sum til ber at lesa niðanfyri:
Góðu tit øll, góðu sjálvbodnu, nevndarlimir og øll tit, sum eru partur av Reyða Krossi.
Hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum!
Hundrað ár er ein stórur merkisdagur. Ein dagur, har vit steðga á og líta aftur um bak. Men eisini ein dagur, har vit hyggja frameftir.
Í hundrað ár hevur Reyði Krossur verið ein partur av føroyska samfelagnum. Ein felagsskapur, sum hevur staðið klárur at hjálpa, tá ið tørvur hevur verið á tí.
Og hóast samfelagið hevur broytt seg nógv hesi hundrað árini, er grundhugsanin tann sama:
At hjálpa menniskjum, tá ið tey hava tørv á hjálp – uttan mun til hvørji tey eru, ella hvaðani tey koma.
Tað er ein einføld hugsan. Men hon hevur ómetaliga stóran týdning.
Í mínum barndómsheimi kom Reyði Krossur onkusvegna eisini at hava eina ávirkan. Í seinnu helvt av sjeytiárunum komu tvær brúktar ambulansur frá Reyða Krossi í Danmark til Føroya, sum skuldu bøta um sjúkraflutningin í landinum.
Ein av hesum fekk heimstað í míni heimbygd, Fuglafirði og bjargingarfeløgini umsótu hesar.
Pápi var sera virkin í Bjargingarfelagnum har norðuri og í Landsfelagnum, og hann var ein av ambulansuførarunum. Tí kom tað oftani fyri, at hann mátti av húsum í bráðskundi, tí onkrum tørvaði hjálpina at verða fluttur á sjúkrahús heimanífrá, ella tí at onkur vanlukka var, har tørvur var á ambulansu. Hetta var tá stórt framstig fyri sjúkraflutning í landinum.
Allarhelst var tað hetta tilknýti til hjálp og bjarging heima, sum gjørdi, at eg sum hálvvaksin fór á 1. hjálparskeið hjá Reyða krossi, sum Øssur av Steinum var komin norð at halda. Hetta prógvið brúkti eg, tá eg í síni tí søkti inn á Sjúkrasystraskúla og hevur sostatt eisini verið við at hjálpt mær á lívsleiðini.
Tá ið Reyði Krossur tók síni fyrstu stig í Føroyum fyri hundrað árum síðani, var samfelagið eitt heilt annað enn í dag.
Vit høvdu ikki somu vælferðarskipanir, somu møguleikar ella sama trygdarnet, sum vit hava í dag.
Men vit høvdu menniskju, sum sóu ein tørv. Menniskju, sum tóku ábyrgd og sum vildu gera mun fyri onnur.
Og tað er júst hetta, sum hevur eyðkent Reyða Kross gjøgnum øll árini.
Í dag hava vit eitt vælferðarsamfelag, sum vit av røttum kunnu vera errin av. Eitt samfelag, har vit í felag taka ábyrgd av teimum, sum hava tørv á hjálp og stuðli.
Men sjálvt tann besta vælferðarskipanin kann ikki loysa allar uppgávur einsamøll.
Tí vælferð snýr seg ikki bara um rættindi, tænastur og skipanir.
Vælferð snýr seg eisini um at hoyra til. Um at verða sæddur. Og um at kenna, at onkur hevur umsorgan fyri tær.
Og júst her hava frælsir og sjálvbodnir felagsskapir sum Reyði Krossur ein serligan og ómissandi leiklut.
Tað almenna skal tryggja rættindi og neyðugar tænastur. Men sjálvbodna arbeiðið kann byggja brýr, skapa felagsskap og røkka menniskjum, sum almennu skipanirnar ikki altíð røkka.
Alt hetta sæst so týðiliga í fjølbroytta virkseminum hjá Reyða Krossi.
-
Vit síggja tað í klædnainnsavningini, klædnaskiljingini og í Reyðakrossbúðunum kring landið, har endurnýtsla, sjálvboðið arbeiði og hjálpsemi ganga hond í hond.
-
Vit síggja tað í bókasøluni í Vágsbotni, í fyrstuhjálpar-skeiðunum og hjá samarittunum, sum skapa tryggleika, tá ið nógv fólk savnast
-
Vit síggja tað í mat- og klædnahjálpini, sum veitir eina hjálpandi hond til familjur og einstaklingar, tá ið gerandis dagurin er trupul.
-
Sama síggja vit í teimum tiltøkum, sum snúgva seg um nakað minst líka týdningarmikið – nevniliga menniskjaliga nærveru og felagsskap.
-
Summarlegan og tvørmentanarliga familjulegan geva børnum og familjum góðar upplivingar og møguleika at knýta nýggj vinarbond.
-
Málkaféin byggir brýr millum mál og mentanir og hjálpir fólki at gerast partur av føroyska samfelagnum.
-
Og gjøgnum Reyða Kross Vinir og vitjanartænastuna verður einsemi møtt við nærveru, umsorgan og felagsskapi.
Tí viðhvørt er tað ikki ein stór skipan, sum ger størsta munin. Tað er eitt menniskja.
Eitt menniskja, sum hevur tíð at lurta. Sum bankar uppá. Sum bjóðar einum við. Ella sum bara er har. Hetta er ein styrki, sum vit eiga at virðismeta og verja.
Tann sjálvbodni felagsskapurin skal ikki koma í staðin fyri almennu vælferðina, men heldur vera eitt ískoyti, sum ger okkara samfelag sterkari, heitari og rúmligari.
Hetta krevur eisini, at vit sum myndugleikar virða sjálvstøðuna hjá teimum frælsu felagsskapunum og skapa góðar karmar fyri teirra arbeiði.
Reyði Krossur er samstundis partur av einum stórum altjóða felagsskapi, sum byggir á hugsjónina um, at øll menniskju hava sama virði.
Í eini tíð við kríggi, vanlukkum og menniskjaligum kreppum hevur altjóða hjálpararbeiðið stóran týdning.
Og tað hevur týdning, at vit í Føroyum eisini eru partur av hesum samstarvi. At vit, hóast vit eru eitt lítið land, kunnu vera við til at gera mun – bæði her heima og úti í heimi.
MEN einki av hesum hevði verið møguligt uttan tey mongu sjálvbodnu.
Tit, sum brúka tykkara tíð, orku og førleikar til at hjálpa øðrum.
Tit, sum standa í búðunum, skilja klæðir, vitja fólk, skipa fyri tiltøkum og eru til staðar, tá ið tørvur er á tykkum.
Og tit, sum gjøgnum nevndararbeiði og leiðslu hava tikið ábyrgd av at menna felagsskapin og tryggja, at hann kann halda fram við sínum týdningarmikla arbeiði.
Sjálvboðið arbeiði er ikki bara ein gáva til tann, sum fær hjálp. Tað er eisini ein styrki fyri alt samfelagið.
Tí, eitt gott samfelag verður ikki bara bygt við lógum, skipanum og almennum tænastum.
Tað verður eisini bygt av menniskjum, sum taka ábyrgd fyri hvørjum øðrum.
Góðu tit øll.
Tá ið vit í dag hátíðarhalda hundrað ára dagin hjá Reyða Krossi, hátíðarhalda vit ikki bara ein felagsskap.
Vit hátíðarhalda hundrað ár við hjálpsemi, umsorgan og samhaldsfesti.
Hundrað ár, har menniskju hava valt at gera nakað fyri onnur.
Og hundrað ár, har Reyði Krossur hevur víst okkum, at eitt sterkt vælferðarsamfelag ikki bara verður mátað eftir, hvørjar skipanir vit hava, men eisini eftir, hvussu vit fara við hvørjum øðrum.
Vegna Føroya landsstýri vil eg takka tykkum hjartaliga fyri tað arbeiðið, tit gera, og fyri tað, sum tit hava gjørt gjøgnum hesi hundrað árini.
Hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum – og hjartans tøkk fyri, at tit gera Føroyar til eitt betri samfelag fyri okkum øll.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



