Nú ein balist í lívsins bláa tíma (l'heure bleue) er tað so mangt sum undrar: Er eitt nú gamla orðið: ”At ein góð gerð - er aðra verd” blivið avoldað - ella snýr alt meiri seg um søknan løtuvinning og grammleika?
Hoyrdi um, at føroyingur komin higar til lands vildi vísa ættarfólkum gravstein fedra teirra, men var beindur burtur av stiki við kravi um 150 kr. pr. høvd fyrr at koma inn í kirkjugarðin (?).
Og at fjøllini, “fólksins ogn” nú blíva beheft við gjaldi til kongsbøndur - (fyrr nevndir: lejelændinger) - av eldri, frágingnari katólskari jørð - við avmarkaðari ábyrgd og skyldu til røkt av umráðinum?
Og er hetta nú ein nýføroysk ónolla - ella komin uttanífrá - sum annar missháttur úr landsynningi ella vestanífrá?
Tvær søgur – tann fyrra
Vit komu í ferðalag við Victor Dánjalsson eitt árið í mai, táið hann og 15 raskir garpar fyri egna rokning við akførum, amboðum og tilfari fóru yvir til barnaleguna við Ástjørn at byggja afturat og rigga til fyri summarið, sum Victor hevur avrikað í ára tíggjur.
Á Seydisfirði blivu vit blídliga vinkað í land av fólki, sum øll kendu tann málfima, litríka Victor – bæði so og so (!).
Á hálvari leið yvir sveitina til vøkru Ásjørn er eitt matstað til ein hóskandi kaffisteðg, sum Victor hevði ringt til, og komnir fram stóð eitt minni “Rundatorn” av angandi vaflum og róma v. m. og bíðaði - alt borðreitt av blíðmæltari konu.
Júst tá parkeraði ein alstórur bussur uttanfyri, har hurðar blivu latnar upp - fyrst varð ein langur bonkur og annar við og so ein stór borðpláta drigin út, sum bleiv fylt við øllum hugsandi viðføris góðgæti. Ikki ein vafla varð keypt inni av teim.
Táið “proysararnir” – haldi eg tað var – høvdu etið, reypað og ropað seg lidnan, so fór riðil av teim inn á WC. Og tann fólkaliga konan segði einki, tó bar á brá, at hennara blíða “smiley” vendi øvut eitt lítið bil...
Hin søgan
Um føroyingar nú í dag koma við bili til Seydisfjarðar er eitt eyka gjald fkr. 730 álagt fyri hvønn bilin. Umframt gjald fyri koyrdan km. Og liggur ferðin til høvuðsstaðin og aftur - eru aðrar 730 fkr at rinda.
Hetta hava teir - okkara lagnufelagsligu vinir á landinum Bláa - allan rætt til at gera í sambandi við teirra orkupolitikk.
Og um teir við hesum vilja vinda nakrar eyka krónur burtur úr teim áður nevndu “proysarunum” og milliarderunum úr USA, sum keypa heilar Laxa-áir og vøtn frá hond til frítíðarfragdar – so er einki at siga til tað.
Men riggar hetta?
Føroyingar læntu galantir íslendingum - okkara vinum og frændum – um 300 milliónir fkr, táið teir nøkur ár herfyri høvdu róð seg út í ein fíggjarligan blota, táið fleiri lond ikki vildu flættast við teir.
Og um íslendingar aftur skuldu fingið brúk fyri einum líknandi láni í framtíðini, so eiga vit vitiliga at veita teimum tann beina – og vit skulu heldur ikki seta eykagjald á teirra bilar - sum koma her til landið. Sjálvandi tað.
Hesin hissini skeytin. ið her er ristur av mær, er meintur sum ein “varligur dráttur í tara, nú náttin um oyggjarnar sigur” (C. M.).
Og tó - ein spurningur stendur eftir: Hóskar hetta - við íslendska bila gjaldinum okkara millum - sum vinatjóðir í øldir?
Átti hesin einvegis vansin ikki at blivið hildin upp móti ljósinum - sum ein lítil parantes - í næstu samráðingum um Hoyvík-sáttmálan – ið okkara vinnufólk halda hevur eitt ávíst liðhall - íslendingum til fyrimunar – harri Beinir Johannesen, løgmaður?
Arnstein Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



