“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Lóg og rætt!” segði skálkurin
- úr Børkuvísum
Mítt tastatur

Um eina løtu fara danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmusen, og grønlendska landstýriskvinnan við uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, á fund við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, í Washington.

DR1 sendir allan seinrapartin um fundin og spyr vitandi fólk í Danmark, Grønlandi og USA um støðuna, og hvat man fara at henda, og hvat forsetin sjálvur, Donald Trump, skrivar á egna Truth miðlinum.

Greitt er, at fjáltur er á grønlendingum í dag. Tað gognur týðuliga fram úr beinleiðis sendingini.

Men hvar eru Føroyar?

Hvar er løgmaður?

Hvar er landstýriskvinnan við uttanríkismálum?

Hvar er Kringvarpið?

Hvar er sendifólk okkara í Washington?

Hvar eru fólkatingsumboðini í Fólkatinginum?

Har vóru fimm eftirlýsingar. Ikki ein verður brúkt.

Er grønlendska støðan veruliga so óbetýðilig og óinteressant í Føroyum, at eingin sigur nakað, men flúgva undir radaranum og bara klappa í okkara loftnaðu hendur, tá næsti atomdrivni kavbáturin stýrur inn í fjørðin?

Hava vit longu yvirgivið okkum fyri Trump uttan prísskelti?

Er tað bara Grønland, sum í dag hevur virði hjá Trump?

Royters

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #